ARCTIC IMPORT GEVUR MENNISKJUM RÚM. Við umhugsni, serfrøði og góðum hugskotum skapa vit rúm saman við virkjum og felagsskapum. Vit skapa umstøður og umhvørvi, har menniskju kunnu vera og liva saman. Støð, ið geva pláss til læring, fokus, framdrátt, samrøðu, úrslit, trivnað og felagsskap. Tá menniskju skulu avrika og arbeiða væl saman, er tað ein fyritreyt, at tey kunnu leika, í virkisførum umhvørvum, sum kemur arbeiðsgongd, trivnað og heilsu teirra til gagns. Vit geva íblástur, ráðgeva og eggja til hvussu eitt nútímans skrivstovuumhvørvi skal sniðgevast. Okkara yvirskipaða endamál er altíð, at skapa virði fyri starvsfólk eins og virkir, umframt at finna skilabestu javnvágina. Arbeiðshættir menna seg eftir tøknini, og nýmótans arbeiðsplássið broytist varandi. Tú kanst arbeiða hvar sum helst – nær sum helst. Men líkamikið hvussu og hvar tú tendrar telduna, ella tekur fram skriviblokkin, so er eitt vist: Umstøður og innbúgv eiga at hóska til og stuðla títt arbeiði, tín kropp og títt sinnalag, so tú kanst avrika best – hvørja ferð. Hjá Arctic Import geva vit tær hesar fortreytir saman við tær. SOLEIÐIS GEVA VIT INNRÆTTINGINI VIRÐI. Tað snýr seg um brúkararnar. Og um at skapa áhuga og trivnað gjøgnum ein væl umhugsaðan og virknisgrundaðan innrætingarfrymil. Flestu virkir og feløg vilja í dag stimbra innlæring, vitanarútbýting, eftirlagingarføri og arbeiða ofta smidligt og tvørfakligt. Tí tekur ráðgeving okkara, ella ráðgeving hjá samstarvsfeløgum okkara, altíð støði í eini greining av skiftandi tørvinum hjá brúkarunum og eftirfylgjandi uppskot til innbúgv, ljós, litir, tilfar o.s.fr. Á tann hátt tryggja vit, at okkara innrætting gevur mest møguligt virði. 2 - A A R R C T I C C O L L E C T I O N -
Download PDF fil
Byg din egen flipbook