Sølu- og veitingartreytir Avtalugrundarlag: Øll levering, veiting, fer fram eftir fylgjandi sølu- og leverings- treytum. Um keyparin, tá ið vøran verður umbiðin, hevur brúkt serligar keypstreytir, eiga slíkar at roknast sum settar til síðis av hesum, niðanfyristandandi, sølutreytum. Tilboð: Tilboð eru bara galdandi fyri Arctic Import 30 dagar og fevna bara um tær leveringar, sum eru nevndar í tilboðnum. Avtala um veiting, levering, skal ikki roknast sum staðfest, fyrr enn keyparin hevur fingið ordraváttan frá Arctic Import, og bara innihaldið í hesari er galdandi fyri Arctic Import. Arctic Import hevur onga ábyrgd av møguligum feilum ella upplýsingum í katalogum, fal- darum o.t., sum eru skrivaði av veitarum hjá Arctic Import. Gjalding: Gjaldsfreist er leypandi mánaður + 15 dagar frá faktura- dato, uttan so at annað er viðmerkt í ordraváttanini frá Arctic Import. Verður farið út um gjaldsfreist, hevur keypari skyldu at gjalda rentu 2% fyri hvønn byrjaðan mánaða. Gjald fyri møgulig rykkjaraskriv verður keyparin at gjalda. Keyparin hevur ikki rætt til ikki at gjalda ella at seta fram mótkrav móti kravinum frá Arctic Import til keypsupphæddina til dekning av mótkravi, uttan at eitt slíkt krav er viðurkent av Arctic Import ella staðfest við endaligum dómi. Prísir: Prísir í príslistum eru óbindandi og kunnu til eina og hvørja tíð verða broyttir uttan ávaring. Prísir, eisini sambært ordraváttan frá Arctic Import, eru galdandi ab lager excl. innpakning, trygging og møguligt avgjald, uttan so, at annað er avtalað. Møguligar uppgivnar fraktratur eru óbindandi. Um tað kemur príshækkan og líknandi, áðrenn vøran er send frá leverandøri hjá Arctic Import, verður prísurin hækkaður samsvarandi. Innpakningur og flutningstrygging: Um ikki annað er avtalað, syrgir Arctic Import fyri keyparans rokning fyri pakking og vanligari flutningstrygging. Arctic Import hevur kortini ikki harvið átikið sær nakra ábyrgd fyri flutningsskaða, ella fyri ábyrgd, um vøran fer fyri skeyti. Tann teknaða tryggingin tekur ikki við keyparans møguligu tíðar- og driftstapi. Levering: Á ordraváttani frá Arctic Import verður so neyvt sum gjørligt viðmerkt, nær ordrin verður leveraður. Arctic Import hevur við seinkingum ongantíð endurgjaldsskyldu mótvegis keyp- ara fyri tap, herundir drifts- og vinningstapi. Váðan fyri, at vøran fer fyri skeyti hevur Arctic Import, til vøran er latin til farmafør- ara (keypilógin §10). Force majeure: Óvæntað viðurskifti, brek, seinkingar og manglandi førleikar hjá okkara leverandørum at levera, trupulleikar við at skaffa arbeiðskraft, tilfeingi ella rávørur, verkføll, lock-out, ikki til at fáa fatur á flutningsamboðum, forðingar frá almennum mynduglei- kum eins og onnur líknandi force majeur-viðurskifti frítaka Arctic Import fyri leveringsskyldum sambært ordraváttanum frá Arctic Import. Returvørur: Vørur, herundir vørur sendar pr. eftirkrav, verða bara tiknar aftur (retur) eftir frammanundangjørdari avtalu. Tá vørur verða tiknar retur, roknar Arctic Import sær eitt ómaksgjald (gebyr) á 20% av fakturaprísinum, eins og allar frakt- og tryggingarútreiðslur verða hildnar (goldnar) av keypara. Serliga skaffaðar vørur verða ikki tiknar retur. Manglar – keyparans skylda at kanna: Keypari hevur skyldu til, beint eftir at vøran er leverað, at hyggja at tí keyptu vøruni við tí fyri eyga at fáa greiði á, um vøran er í tí standi sum avtalað og lovað. Um keypari ikki beinavegin fremur eina slíka kanning, ella um kanningin ikki verður gjørd liðug ella á rættan hátt, verður vøran av keypa- ra roknað at vera í lagi. Um keypari ynskir at gera mótmæli um manglar yvir fyri Arctic Import, so eigur ein slík klaga vera meldað beint eftir keyparans kanning. Reklamatión roknast sum framd, tá ið Arctic Import hevur fingið hana skriftliga. Reklamatión um faktura ella viðvíkjandi faktura skal verða send áðrenn 14 dagar eftir, at fakturi er móttikin. Afturbót av manglum – ábyrgdarfráskriving: Um keypari í samsvari við omanfyristandandi reglum hevur kannað og klagað rættstundis, skal Arctic Import, um mangulin verður viðurkendur, eftir egnum vali hava rætt til heilt ella lutvíst at avgera um tað verður levering ella afturbót av manglinum. Krav frá keypara ímóti Arctic Import viðvíkjandi manglum kann ongantíð vera størri enn tann faktureraði keyps- prísurin fyri ta mangulfullu vøruna. Arctic Import hevur haraftrat ongantíð ábyrgd av óbeinleiðis skaða ella tapi, herundir drifts- og vinningstapi hjá keypara. Ráðgevingarábyrgd: Ráðgeving frá Arctic Import til keypara, sum teknisk ella onnur ráðgeving, er bara at rokna sum leiðbeinandi og er uttan ábyrgd fyri Arctic Import. Produktábyrgd: Arctic Import hevur bara ábyrgd av persónskaða, um tað verður prógvað at skaðin er orsakaður av mistaki ella vansketni gjørt av Arctic Import ella øðrum, sum Arctic Import hevur ábyrgdina av. Arctic Import stendur mótvegis keypara ikki til svars fyri skaða á vinnulívs(fast)ogn ella vinnulívsleysafæ, sum eitt produkt, ið er selt av Arctic Import til keypara, er orsøk til. Arctic Import stendur mótvegis keypara ikki til svars fyri driftstapi, manglan- di arbeiðsvinningi, dagbótum ella øðrum beinleiðis og/ella óbeinleiðis tapi, ið kundi staðist av onkrum produkti, sum Arctic Import hevur selt til keypara. Verður Arctic Import at standa til svars mótvegis triðjamanni fyri ein skaða sum er orsakaður av einum luti, sum er leveraður av Arctic Import, skal keyparin prógva, fyri Arctic Import tað endurgjald, sum hesin hevur lagt út til triðjamann í tann mun, sum ábyrgdin hjá Arctic Import er avmarkað av viðtøkunum omanfyri. Keyparin hevur skyldu at lata seg saksøkja við sama dómstól, sum viðger krøv, reist móti Arctic Import. Rokningar: Eftir veiting av vøru, verður rokning send til upplýstu teldupost- adressu til rokningar. Møguligar viðmerkingar, latnir av kun- danum, vera at síggja á rokningini. Allir nevndu prísir á vørulin- junum á rokningini eru uttan meirvirðisgjald. Samlað upphædd íroknað meirvirðisgjald sæst niðast á síðu 1 á rokningini. Um møguligt, sendir Arctic Import Sp/f rokningar talgilt umvegis MínRokning. Ognarfyrivarni: Arctic Import skilar sær ognarrætt við harav fylgjandi rættindum yvir vøruni, til hon er fult goldin. Broyting av treytum: Vit kanna okkum rættin til, at broyta sølu-og útflyggjanartreytir okkara til eina og hvørja tíð, uttan ávaring. Tøki: Okkara sølu- og útflyggjanartreytir eru altíð at síggja á okkara heimasíðu. Vit viðmæla, at tú javnan vitjar hemasíðuna, fyri at halda teg dagførdan viðvíkjandi nýggjastu treytunum.
Download PDF fil
Byg din egen flipbook